Vísind og trúgv hóska saman
Seinasta innleggið, eg skrivaði, skuldi aldrin verða fullfíggjað, men legði bert eitt útgangsstøði. Meiningin er at fleiri fylgjandi innlegg koma at prógva hitt fyrra. Í seinasta innleggi segði eg, at tann kristna trúgvin ikki bert er grundað á blinda trúgv, men á trúgv samsvarandi prógvum. Nú vil eg so royna at greiða frá, hvussu trúgv og vísind hoyra saman og tað næsta innleggið verður um tað kosmologiska argumentið (upprunafrøðisligu próvgrundina).
Trúgvandi og vísinda fólk?
Gudloysingar hava tað ofta fyri at gera trúgvandi til láturs og teir pástanda ofta, at átrúnaður og vísind ikki hóska saman:
“The conflict between religion and science is unavoidable. The success of science often comes at the expense of religious dogma; the maintenance of religious dogma always comes at the expense of science.” – Sam Harris
“All attempts to reconcile faith with science and reason are consigned to failure and ridicule.” – Christopher Hitchens
“I am hostile to fundamentalist religion because it actively debauches the scientific enterprise…. It subverts science and saps the intellect.” – Richard Dawkins
Hetta er ein sera álvarsom og vanlig ákæra nú á døgum. Í hesari greinini vil eg vísa á at hetta ikki er satt og soleiðis eisini prógva, at tann trúgvandi hevur eitt betri útgangsstøði at byggja vísindalig ástøði á. Eisini vil eg líka leggja afturat, áðrenn eg fari víðari, at hetta ikki er vanligt á høgum vísindaligum støði, men at tað er framferarhátturin hjá nýatheismuni (ein meira stríðshugað, men ikki altíð so væl grundað, “rørsla”). Alister sigur tað so beinrakið:
“This is now seen as a hopelessly outmoded historical stereotype that scholarship has totally discredited.” – Alister McGrath
Seinni fari eg at vísa á, hvussu vísindin er gingin burtur frá hesum, men fyrst vil eg vísa á, at nevniliga trúgvin uppá Guð hevur verið, og er, tað besta útgangsstøði fyri vísind. Hesir menn niðanfyri bygdu sítt forvitni uppá, at Guð er ein guð við skili á tingunum, og man kann síggja nakað av hansara stórleika í skaparverkinum:
- Nicolaus Copernicus (1473-1543)
- Robert Boyle (1627-1691)
- Isaac Newton (1642-1727)
- Blaise Pascal (1623- 1662)
- Johannes Kepler (1571-1630)
- Louis Pasteur (1822-1895)
- Francis Bacon (1561-1626)
- Max Planck (1858-1947)
Eg veit fult væl, at summi av tykkum longu fílast á, at teir bara vóru trúgvandi, tí at tað onki annað val var. Men er tað ikki eitt sindur órættvíst at taka alla tað jaligu æruna burtur frá teimum, bara tí at teir vóru trúgvandi og livdu tá? Og á hinari síðuni, er man skjótur, til at geva átrúnaði skyldina fyri nógvum av ræðusøgunum frá fyrndartíðini. Tú kanst lesa um fleiri dømi við at klikkja á her.
Tað eru eisini nógv góð, trúgvandi vísindafólk nú á døgum:
- Owen Gingrich (Harvard stjørnufrøðingur) – God’s Universe
- Paul Davies (alisfrøðingur) – Goldilock’s Enigma
- Francis Collins (leiðari fyri Human Genome Project) – The Language of God
- Dr Jonathan Sarfati Ph.D. í Physical Chemistry – The Greatest Hoax on Earth? Refuting Dawkins on evolution
Eg sigi als ikki, at eg eri samdur í øllum teirra deil argumentum og niðurstøðum, men hetta eru menn við nógvari fróðskaparligari virðing og teir eru trúgvandi.
Galileo
Galileo verður ofta førdur fram sum ein ræðumynd, tá ið tað kemur til “kríggið ímillum kirkju og vísind”. Men hetta er als ikki øll søgan – og so langt frá! Hann og pávin vóru væl, men hann østi pávan, og ikki bara pávan, eisini nógv fróðskaparlig vísindafólk, hvørs yrki stóð uppá spæl (Græsk mytology). Tað, sum Galileo gjørdi var, at hann østi ráðandi valdið, við at geva út bókina Dialogue Concerning the Two Chief World Systems, har hann undirvísti, at Copernicanism var satt. Ástøði tá var ikki sannførandi viðvíkjandi heliocentrism. Hann háðaði eisini pávan við at kalla hann ein góðvarnan persón (Hetta seinna er tað einasta guðloysingar hava hug at festa seg í, tí at tað talar teirra søk). Men tað stutta av tí langa er, at kirkjan gav honum lívseftirløn og hann slapp at granska víðari, bara ikki innan heliocentrismu.
“there is no other example in history of the Catholic Church condemning a scientific theory.” –Dinesh D’Souza
Um tú ikki trýrt mær, so les meira við at trýsta her: The Galileo Affair: History or Heroic Hagiography?
Tann næsta greinin, eg skrivi, snýr seg um tað kosmologiska argumenti (upprunafrøðisligu próvgrundina).
Trackbacks / Pingbacks