Jesus føddur av einari moyggj

Maria og Jesus barni

Er nakað prógv? JA!

Tær nýtist ikki at vita nógv um býflugur og blomstur fyri at vita, at moyggjar ikki kunnu føða børn, tá ið tær enn eru moyggjar. Menniskja reproduserar seg við, at eitt ovum (egg) hjá kvinnuni verður gitið av einum gamante (sáði), fyrst tá kann eitt barn byrja at vaksa í lívmóðurini.

Tað er heilt einfalt ongin annar møguleiki enn at kalla tað fyri eitt undur. So hvørji prógv tala fyri, at Jesus var føddur av einari moyggj, og at hettar var eitt undur?

Tey sum ikki trúgva uppá undur vilja sjálvandi beinanvegin kasta jomfrúføðingina til viks. Sjálv Maria, móður Jesusar, setti spurnartekin við tað heila tá ið eingilin Gabriel kunngjørdi henni tað.

Maria segði tá við eingilin:

“Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?” (Luk 1:34)

Eingilin greiddi henni frá, at gitingin fór at verða  av Heilaga Andanum

“tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.” (Luk 1:35)

Eingilin viðgekk eisini at tað var eitt undur, og segði tí við Mariu:

“Tí einki er Gudi ómøguligt.” (Luk 1:37)

Guð ger undurverk – hevur skapt alheimin – og í hesum tilfeldinum gjørdi hann so, at Maria bleiv við barn.

Ein tulkingarvilla?

Jesus barniProfeturin Esajas profeteraði sjey hundrað áðrenn hendingin fór fram, at Jesus fór at verða føddur av einari moyggj. Ein kritikkur er, at umsetarin feilsiterar orðið úr Esajasi 7. Tað Hebraiska orðið sum verður nýtt í Esajasi 7:14 er ‘almah, sum merkir “ung genta“.

Men kortini velur evangeliumrithøvðundurin Matteus, at sitera sama orðið frá Esajas 7:14 á griskum sum parthenos, sum merkir “moyggj“. Kritikkarar av Matteusi siga, at hann avskeplar orðið sum Esajas brúkti.

Sannleikin er, at tað Hebraiska orði ‘almah bæði kann merkja “ung genta” og “moyggj” –  hóast tað er eitt annað ávíst orð fyri moyggj í tí Hebraiska málinum. Men kortini, við tí vanligu málnýtsluna av orðinum, so vistu lesararnir á Esajasar tíð, at ein moyggj fór at verða við barn. Og tað er eisini tí, at teir Jødisku skriftlærdu longu 200 ár áðrenn Jesus bleiv føddur umsettu tað Hebraiska orðið ‘almah til tað Grikska orðið fyri moyggj, tá ið teir umsettiu Esajas 7:14 til tað Septuagintsku (ein griksk) umsetingina. Matteus lumpaði ongan, hann siteraði bert tað griksku umsetingina, sum bæði var og er ein røtt umseting av Esajasi.

Hvussu reageraðu fólk?

Profetaorðini prógva greitt, at Jesus varð føddur av einari moyggj. Men har er meira enn, legg merki til hvussu skriftin sigur, at fólkið úr Nazareth, heimbygd Jesusar, reageraði tá ið hann byrjaði sína almennu tænastu. Einaferð, eftir hann hevði lært í sýnagoguni, segði fólkið sum hann var uppvaksin við:

“Hann er bert træsmiðurin, sonur Mariu…So tóku tey sær ilt av Honum, og noktaðu at trúgva á hann” (Mark 6:3).

Eyknevnið: “sonur Mariu” var rein ærumeiðing í einum samfelagið, har eitt barn bleiv rópt við navn faðirsins – undantikið, sjálvandi, tá ið ivamál var um hvørji veruligu foreldrini vóru.

Enn einaferð, tá ið mótstøðumenn Jesusar spottaðu hann, søgdu teir :

“Vit eru ikki føddir í hori” (Jóh 8:41).

Háðanin, og tilskilanin til Jesus, sum “sonur Mariu” og “føddur í hori” vísa greitt, at tað var almenn vitan í heimbygdini hjá Jesusi, at hann var føddur áðrenn Maria giftist Jósefi – og at hann ikki var pápi Jesusar. Við øðrum orðum, so virkar tað sera sannlíkt, at undrunarverda føðing Jesusar av einari moyggj gjørdi, at hann bleiv stemplaður sum føddur uttan fyri ektaskap.

Eisini, tá ið tað vísti seg, at Maria var við barn, hví helt hon fast uppá, at hon var ein moyggj? Hon var greið yvir, at ein tílík søga heilt ikki fór at verða góðtikin, og dømd at vera ov langt úti; hví kom hon ikki heldur við onkrum meira sannlíkum? Hon hevði kunna funnið uppá ein umskyldning so hon hevði virka ósek, ella í minsta lagi kunna givið onkrum øðrum eitt sindur av skyldini. Hon kundi sagt, at hon var neyðtikin, ella at Jósef hevði pressa hana at undurgeva seg hansara girnd. Hann hevði kent sannleikan, men onnur høvdu ikki. Men í staðin fyri eina skynsama frágreiðing, sum hevði passa til tær natúrligu lógirnar, so fortaldi hon fólki, at hon var vorðin uppá vegin av Heilaga Anda Guðs. Hví valdi hon at koma við tí allar minst sannførandi, og allar minst sannlíku frágreiðingini? Bert eitt skynsamt svar er: Tað var sannleikin.

Eitt síðsta prógv.

Tá ið Jósef varnaðist at hansara trúlovaða Maria var við barn, hvat gjørdi hann tá? Hann helt sjálvandi, at Maria hevði veri í song við einum øðrum manni, og tí hevði hann ætlanir um at avlýsa trúlovilsið og harvið tað komandi brúdleypið. Men Matteus endurgevur søguna við, at ein eingil greiddi Jósefi frá sannleikanum um gitnaðarstundina. Og grunda á hetta so trúði hann, at barnið, sum Maria bar uppá var gitið av Heilaga Andanum, og valdi tí at giftast við henni.

Jósef var fullkomiliga greiður yvir avleiðingarnar. Í fyrstuni trúði hann ikki Mariu, og vildi gera tað til onkis, líka sum allir aðrir góðir menn høvdu gjørt. Hetta vísur okkum, at hann visti fult væl hvørjar  avleiðingarnar vóru av at bróta tær samfelagsligu forvæntningarnar um reinleika og halgan av hjúnabandinum. Ein góður og skynsamur maður, so sum Matteus kallar hann, hevði verið sera greiður yvir avleiðingarnar av hvat tað fór at hava við sær at giftast Mariu, hetta fór at niðra hansara umdømi restina av lívinum. So hví valdi hann allíkavæl at giftast við henni? Bert eitt skynsamt svar er: Hann kendi sannleikan. Hann trúði boðunum hann fekk frá einglinum, og tað var tann veruligi sannleikin. Maria var ein  moyggj, sum bar uppá Son Guðs, gitin av Heilagum Anda í lívmóðurini.

Onki pláss var fyri teimum í gistingar húsinum, men er tað pláss í okkara hjørtum til at Guð kann sleppa inn?

– Gleðilig jól!

Hendan greinin er umsett úr enskum, og er úr bókini 77 FAQs About God and the Bible, skriva av Sean McDowell og Josh McDowell (2012)
Advertisements

Frámerki: , , , , ,

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: