Trúvirðið Bíbliunar

Bíblian er Guðs Orð, og er grundarlagið undir tí Kristnu trúnni. Vit trúgva at Guð við sínum vísdómi hevur givið okkum nakrar grundleggjandi sannleikar, og at hesir sannleikar eru niður skrivaðir í Bíbliuni. Tí hevur onkur til stuttleikar sagt, at Bible stendur fyri: Basic Instructions Before Leaving Earth

Bíblian er innihaldsliga:

  • 66 bøkur
  • 44 høvundar
  • skriva í trimum heimspørtum
  • skriva á trimum málum
  • niður skriva í einum 1600 ára tíðarskeiði

Bíblian er tó samanhangandi í sínum boðskapi, og greiður frá søguni hjá Ísrael (Guðs útvalda fólkið), sum Hann lat Jesus føðast inn í mannaættina við. Bíblian er deild upp í tveir høvuðspartar, tað gamla testamentið og tað nýggja testamentið, men hesi eru tó tætt knýtt hvørt at øðrum:

“Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.” – John 1:14-17

Trúvirðið

Tað er ongin loyna, at eg seti nógv fokus á trúarverju á blogginum, og ein atfinning man altíð finnur ímillum guðloysingar er sjálvandi atfinningin, at Bíblian ikki hevur nakað trúvirðið.

Tann yvirskeptiski

Verður tann yvir skeptiski nakrantíð nøgdur? James Croft (guðloysingur) segði soljóðandi í einari radio sending á unbelievable:

“The amount of eyewitness testimony of the death and resurrection of Jesus can never be enough to convince me, and it shouldn’t be enough to convince any reasonable person.  I would never accept any amount of testimony as evidence of the resurrection.  The only way I would accept the death and resurrection of anyone is if there were detailed medical records, and there were medical professionals there to verify the death, and I could stand beside the corpse myself, watching what happened.”

Hvussu kann ein tílíkur persónur nakrantíð finna prógv nokk? Hann hevur longu avgjørt við sær sjálvum, at hann vil aldrin góðtaka nakað prógv. Hetta er ikki ein neutral áskoðan, hetta er ein filosofisk neilig áskoðan, sum hevur ávirkan á úrslitið áðrenn roknistykkið er byrjað, akkurát sum við tí kosmologiska argumentinum.

Bíblian sjálv ger ikki nógv burtur úr at prógva seg sjálva, tað er ein sjálvfylgja. Tað er ikki Guð sum er á ákærubonkinum, men Hann er tann alvitandi og alvaldandi dómarin yvir okkara hjørtum.

Profeti (Gamla testamenti)

Sum eg nevndi áður, so handlar serliga gamla testamenti um lyfti Guðs, at Jesus skal koma í heimin og frelsa hvønn tann sum trýr.

Her eru nøkur dømir uppá Bíbilsk profetir um tann lovaða Messias:

Sálmur 22:15-19 (ár 1000 f.Kr.), ” Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum. Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut.”

Hesin sálmurin er skrivaður 1000 ár áðrenn Jesus kom, og 400 ár áðrenn krossfesting var uppfunnin. Tó so verður krossfestingin upppensla fyri okkum her. Tað áhugaverda er eisini, at Jesus endurgav Sálma 22:1, tí Hann visti at sálmurin var um seg.

Mika 5:1 (ár 500 f.Kr.), “Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.”

Her verður profetera hvar Jesus fór at vera føddur.

Jesus fór at vera føddur av einari moyggj, sum eg eisini hava skriva um aðrar staðir:

Esajas 7:14 ” Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.

Esajas 53:3, ” Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.”

Esajas 40:3, ” Hoyr! Ein er, sum rópar: “Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!'”

Zakarias  12:10, ” Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerúsalem búgva, skal Eg hella út náðiandan og bønarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grætur eftir frumborna sín.”

Jesu lív og læra (Nýggja Testamenti)

Eitt gott dømi um sensatións sølu er bókin “Tey fyrstu jólini” hjá Hans Andreas Sølvará.

Innan fyri tað akademiska stendur uppreisn Jesusar sera sterkt, tað er einans í gølubløðum og sensatiónellum filmum, at kritikarar sleppa fram at við sínum altíð væl seljandi boðskapi um, at alt nýggja testamenti bert er ein stór samansvørjing.

Ongin annar søguliga kendur persónur er so væl dokumenteraður sum Jesus, tað eru umleið 24,000 eintøk av nýggja testamenti, tey upprunaligu handritini av teimum synoptisku evangeliunum eru frá ár 55-70, harav elstu avritini eru frá ár 150-200. Jóhannesar evangeliið var ivaleyst skrivað um ár 90, harav elsta avritið er úr 100-150 og fleiri frá miðjuni til endan av 2 árhundrað (øld).

Legendir

Um vit ímynda okkum, at tað hendi ein stór vanlukka í onkrari bygd, og øll bygdin var til staðar sum vitni, so hevði ein íspunnin søga ikki liva leingi. Tað sama er við nýggja testamentinum. Tíðarskeiðið er ov stutt til, at tað kann burtur forklárast sum ein søgn (Robin Hood o.a.). Sambært Sherwin-White professara í grikskari og rómverskari søgu, so eru tvey ættarlið ikki nokk til sagnir. Samanbera vit hetta við evangelini og brøvini (ár 40-70), so gekk hetta fyri seg í tí fyrsta ættarliðinum, tískill vóru fleiri eygnavitni enn á lívið. Pínslusøgubroti hjá vár Harra, sum vit lesa um í Markus evangeliumi er bert 7 ár eftir hendingina sigur Rudolf Pesch. Bræv Paulusar til Korint prógvar eisini, at hesin boðskapurin var kendur millum manna, tí brævið varð skriva áðrenn evangelini vóru niðurskrivaði.

Tað er trist, at hesir so kallaðu kritikarar, sum geva íblástur til filmar so sum The DaVinci Code, ikki eru meira kritiskir enn so, teir nýta tilfar sum er uml. tvey ættarlið eldri og tískil við sagnar eyðkenni.Eitt dømi er Judasar evangelium.

Jesus segði við teir: Mín kona

Jesus segði við teir: Mín kona

Í 2012 varð eitt papýrus funnið, sum skuldi eita seg at prógva, at Jesus var giftur við Mariu, hetta bleiv nógv skriva um í bløðum og tíðindasendingum. Hetta er nú mótprógva, men tann  boðskapurin er ikki líka spennandi, og kemur tí ikki út til fjøldina.

Rithøvundar

Lukas hevur skriva bæði Lukas Evangeliið og Ápostlasøguna. Hann var ein væl lærdur maður, hann fylgdist við Paulusi allan vegin frá Turkalandi og til seinast til Jerusalem. Lukas vildi finna út av sannleikanum og dokumenteraði sannleikan!

Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara –
soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum –
so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus,
fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt. –Luk 1:1-4

Lukas møtti tískil eisini eygnavitnunum í Jerusalem, vit fáa ikki at vita hvørji, men kanska móður Jesus? Kanska hetta er orsøkin til at Lukasar Evangeliið hevur so nógvar upplýsingar frá áðrenn føðingini.

“The confirmation of history in Acts is overwhelming. Any attempt to reject its historicity even in matters of detail must now appear absurd”(1)

“Luke is a historian of the first rank…. This author should be placed along with the very greatest of historians.”(2)

Nú fari eg at gevast við tí søguliga partinum. Um tú vilt lesa NÓGV meira um evni, so les á blogginum hjá Høgna Johannesen (Kristindómur-Svarar). Men Áðrenn eg fari víðari til tann vísindaliga partin, so vil eg minna á Orð Jesusar:

Men hann segði við hann: “Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.”” Lukas 16:31

Ein logisk trúgv frelsir ongan, tað er ikki nokk at vita um Jesus! Lærusveinarnir kendu Jesus persónliga, 11 av teimum 12 doyðu pínsludeyða fyri sína trúgv, hetta var ikki til stuttleikar, ikki fyri heiður, men tí at Heilagi Andin hevði opnað eyguni á teimum, so teir veruliga kendu Jesus.

Vísindaligi parturin

Tað eru yvir 300 profetir um Messias sum gingu í uppfyllilsi við Jesusi. Dr Peter Stoner  (3) frá MIT roknaði út sannlíkindini fyri at Jesus kundi uppfylla bert 8 av teimum profetiunum, og er tað 1×1017. Hetta talið eitur 100 quadrillion, ella 100 milliónir billiónir.

Um vit nú bert taka 48 profetiir, so verður talið heilt ótrúligt: 1×10157. Tíanverri kann eg ikki fortelja tær hvussu talið eitur 😉

Fornfrøðin hevur ferð aftaná ferð prógva trúvirðið, sjálvt tá ið fornfrøðingar hava sagt seg kunna mótprógva Bíbliuna, so hevur fornfrøðin hóast alt hvørja ferð noyðst at trekt í land og viðgingið at enn einaferð er Bíblian spot on! Eitt dømi er fornfrøðingurin William Mitchell Ramsay, hann fór til lítla Asia við tí fyri eyga at mótprógva Lukasar evangelium. William bleiv so yvirbevístur av øllum detaljunum hann kendi aftur, at hann sjálvur bleiv ein trúgvandi

“It is not too much to say that it was the rise of the science of archeology that broke the deadlock between historians and the orthodox Christian. Little by little, one city after another, one civilization after another, one culture after another, whose memories were enshrined only in the Bible, were restored to their proper places in ancient history by the studies of archeologists…. Contemporary records of biblical events have been unearthed and the uniqueness of biblical revelation has been emphasized by contrast and comparison to newly discovered religions of ancient peoples. Nowhere has archeological discovery refuted the Bible as history.” John Elder (fornfrøðingur)

Pætur Ápostul sleppur at fáa síðsta orðið:

“Tí ikki var tað snilt upphugsaðum ævintýrum, vit gingu eftir, táið vit kunngjørdu tykkum kraft og komu Harra okkara Jesu Krists; nei, vit vóru eygnavitni til hátign Hansara” – 2 Pætur 1:16

(1)   A. N. Sherwin-White, Roman Society and Roman Law in the New Testament (Oxford: Clarendon Press, 1963), 189

(2) William M. Ramsay, The Bearing of Recent Discovery on the Trustworthiness of the New Testament (London: Hodder & Stoughton, 1915), 222

(3) ScienceSpeaks

Advertisements

Frámerki: , , , , , ,

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: