Sannleikin og Jack Sparrow

Jesus segði um seg sjálvan:

“Eg eri vegurin, sannleikin og lívið….” – Jesus (John 14:6)

Hetta eru ikki smá orð Jesus sigur um seg sjálvan. Vit trúgva øll at sannleikin er, tí um vit ikki trúgva uppá at nakað er satt, so er onki at tosa um. Eg eri heilt vísur í at grunda á tað at eg endurgav Orð Jesusar, so er tað heilt sikkurt longu onkur meining í tínum høvdi:

At avnokta at sannleiki er, er sum at siga at ongin luft er, vit nýta luftina til at avnokta hana tá ið vit formulera orðini. Somuleiðis er tað við okkara hugsanum – hugsa um tað!

Skynsemi

creative-brain

Heilin er samansettur á skynsaman hátt

Vit brúka dag og dagliga okkara heila at hugsa við, og vónandi er ein ávís skipan í okkara logikki. Hvussu kunnu vit grundgeva fyri, at okkara tilvera er av tilvild, tí avleiðingin um vit veruliga vilja halda fast við, at alt er av tilvild, er at so liva vit í chaos og ikki í cosmos! Sjálvt fólk sum ikki beinleiðis rópa seg trúgvandi játta hetta:

“Tað mest óskiljandi við alheiminum er, at alt er skiljandi.” – Albert Einstein

Men hví er tað so, hví kunnu vit yvir høvur skilja nakað? Hvussu kunnu vit líta á okkara egna vit og skil – sum sambært guðloysi bert er av tilvild, og tí ein tilvildarlig samanseting.

Eg spurdi einaferð ein guðloysing, um hansara heili er samansettur á skynsaman hátt, hansara aftursvar var ikki serliga skynsamt, men tað lata vit fara. Hvussu við tær, er tín heili samansettur á skynsaman hátt, ella eru allar tínar niðurstøður tilvildarligar?

Reglusemi

Bíblian er álítandi og hevur svarið:

“Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum…” – Jesus (Mark 4:11)

“Í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna – fjaldir” – Kol 2:3

“At óttast Harran er upphav til kunnskap; dárar vanvirða vísdóm og tykt.” – Orðt 1:7

Ímynda tær eina kumpas, uttan nakað veruligt norð!  Jesus er okkara kumpass, við Honum er alheimurin grundaður, og við Honum hongur alt saman. Men hvat so um okkara kumpass er sum tann hjá Jack Sparrow í Priates Of The Caribbean. Hansara kumpass vísur tað sum hjarta leingist eftir, men trupulleikin hjá Jack Sparrow er, at hann ofta ikki veit hvat honum leingist eftir. Somuleiðis kunnu guðloysingar ikki grundgeva fyri nøkrum sannleika, uttan so at teir trúgva uppá Sannleikan, hann sum er absoluttur og tí aldrin broyttist.

kumpassi hjá Jack Spaarrow

kumpassi hjá Jack Sparrow

Hetta lesa vit eisini um í Bíbliuni, at vit menniskju kúga sannleikan, men hava ongan umskyldning, og tí vera vit fáfongd og í okkara dárahjarta gerst myrkt:

18    Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.
19    Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
20    Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
21    Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt. Róm 1:18-21

Kalkunin og støðugildini

Um vit taka tað bókstavliga, so byggir vísind á hugtaki at lógirnar í natúruni eru konstantar, bæði í tíð og rúmd. Men hvussu kunnu vit grundgeva fyri hesum grundarlagnum? Onkur vildi helst grundgivið tað við at støðugildini “í tíð”, við bara at blíva við at gera ta somu royndina, fáa tað sama úrsliti hvørja ferð.

Óansæð, so er henda villurnar niðurstøða strangt tikið tað man kallar fyri “villu innseting”, sum skeptikarin Bertrand Russell vísti okkum við søguni um eina kalkun:

Ein kalkun kom til ein bóndagarð í Amerika, og í 364 dagar fekk hon somu føði, og fór væl nøgd at sova. So kalkunin heldur seg hava góða grund at ganga út frá at Thanksgiving (Tjóðar takkarveitsla í USA)verður líka sum allir teir undanfarnu dagarnir, og tí heldur kalkunin at hon enn einaferð kann glað og væl nøgd leggja seg at sova. Men hesaferð verður høvdi skorðið av, og kalkunin endar sum døgurði í takkarveitsluni.

So um vit taka tað verðsliga grundarlagi, so er tað onki prógv fyri at lógirnar í natúruni fara at verða óbroytiligar í morgin, bert tí at vit hava observera tær at vera óbroyttar inntil víðari.

Somuleiðis er tað tá ið vit tosa um moral, man kann ikki siga hvat er skeivt uttan at man tosar um sannleikan.. meira um tað skjótt!

Advertisements

Frámerki: , , , , , , , ,

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: