Trúgvandi guðloysingar

Eg havi fyrr víst á, at tann kristna trúgvin, er ein trúgv samsvarandi prógvum. Men guðloysingar flenna ofta eftir okkum kristnu, og siga at vit kristnu enn liva í steinøldini, men at teir eru komnir víðari við vísind.

“Trúgv er hóast, ella kanska vegna, manglandi prógv.” -Richard Dawkins

Men lat okkum nú kanna hatta gjøllari, trúgva guðloysingar veruliga ikki uppá tað yvirnatúrliga? Her eru 4 stig, sum hvørt byggir á tað undanfarna stigi, og tey krevja øll trúgv:

1) Alt tilfar kom úr ongum.

Løgi sum tað ljóðar, men teir sum bert kalla tað kristnu trúnna fyri pátrúgv, teir trúgva sjálvir at ALT tilfar, sum vit síggja rundan um okkum kom úr ongum. At siga so, er sjálvandi ikki vísindaligt, og ongin hevur nakrantíð so mikið sum roynt at bygt eini sethús úr ongum tilfari.  Hetta skrivaði eg um í tí kosmologiska argumentinum.

2) Lív kom frá deyða.

Her er næsti trupulleikin fyri teir, sum siga seg ikki trúgva á Guð. Hetta er sjálvandi eisini vísindaliga ómøguligt, og er tí heldur ikki prógva vísindaliga.

3) Skipan kom í ruðuleikan.

Lógin um varmaelvi sigur greitt, at ALT gongur ímóti størri hurlivasi. Og um tað ikki blívur hildið við líka so kemur ólag í. Hetta síggja vit í tí dagliga, húsini, bilurin osfr, alt má haldast við líka, hetta geldur bæði fyri livandi og deyð ting. Ongin sleppur undan, heldur ikki guðloysingurin.

4) Tilfar bleiv ólikamligt.

Nú eru vit komin til tað seinasta stigið. Hvat er tað at vera tú og eg (tvey menniskju), uttan at hava tað andaliga og rationella stigið við? Hetta er eisini tað mest torføra fyri guðloysingin at svara uppá, tí hvussu kann hetta, sum var onki, men sum bleiv nakað, sum var deytt, men bleiv livandi, bleiv ein organisma, hvussu kann hetta fáa nakað so ólikamligt og undurfult sum tilvitan og skynsemi?

Hetta er tað mest grundleggjandi við at vera eitt menniskja, tí uttan tað vóru vit bert robottar. Men Guð er ein persónligur Guð, hann skapti okkum í sínari mynd:

“Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.” – Guð (1 Mós 1:26)

Guð skapti okkum við serligum eginleikum, sum ger okkum til meira enn djór og maskinur:

guðloysi er pátrúgv!

guðloysi og pátrúgv eru synonym

  1. Morali
  2. Fríum vilja
  3. Ynskjum
  4. Dreymum

Sum kristin havi eg ongan ampa av at góðtaka at trúgv er ein partur av dagligdegnum, og tí er tað bara skynsamt, at trúgv og vísind hóska saman eisini.

Advertisements

Frámerki:

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

The draft you're looking for has been published. Please, leave me a comment!
%d bloggers like this: