Reis Jesus upp frá deyðum?

Tey kristnu hátíðarhalda aftur í dag, at Jesus úr Nasaret reis upp frá deyðum fyri skjótt 2000 árum síðani. Fleiri og fleiri føroyingar munnu allíkavæl seta spurnartekin við, um hendan so nógv umtalaða uppreisnin hevur nakað við veruleikan at gera – ella kanska teir beinleiðis avvísa, at tað ber til at rísa upp frá deyðum. Og tað er ikki so løgið, tí at tað er neyvan nakar av okkum, sum hevur sæð eitt deytt menniskja komið livandi aftur úr kirkjugarðinum nakrar dagar eftir jarðarferðina.

Framstandandi fólk úti í heimi seta eisini stór spurnartekin við uppreisnina hjá Jesusi. Bretski heimspekingurin, Bertrand Russell, skrivaði fyri nógvum árum síðani, at tað var ivasamt, um Jesus úr Nasaret nakrantíð hevði livað; og um hann hevði livað, so vita vit onki um hann, tí at vit hava ongar álítandi keldur. Og sambært Richard Dawkins eru evangeliini ikki álítandi, tí at tey eru rein fiktión, uppspuni.

Hetta eru sjálvandi sera álvarsligar ákærur móti grundarlagnum hjá kristindóminum. Og kristna trúgvin stendur ella fellur við uppreisnini. Fær man mótprógvað uppreisnina, so hevur man avlívað kristnu trúnna. Er tað veruliga so galið, at hesir ateistarnir hava rætt í, at kristindómurin er ein villleiðing, ið byggir á uppspuna? So reis Jesus ikki upp frá deyðum, og so kunnu vit gott byrja at reinsa Føroyar fyri alla kristiliga ávirkan.

Tað finnast tíbetur vísindafólk úti í heimi, sum ikki eru samd við omanfyristandandi. Í grundini hava tey nógvar góðar grundgevingar, sum gera Jesu uppreisn meiri sannlíka enn ósannlíka. Eg ynski í stuttum at nevna nakrar av grundgevingunum.

Eru handritini álítandi?

Summir kritikkarar vísa á, at handritini í Nýggja Testamenti ikki eru álítandi. Tað er rætt, at ongi upprunahandrit eru at finna í dag; men hinvegin meta nógvir granskarar, at tey tøku handritini eru so mikið álítandi, at tey umboða upprunahandritini nóg væl. Ja, Nýggja Testamenti er tað skjalið úr fornheiminum, ið hevur nógv mest stuðul frá atkomuligum handritum. Hvørki aldurin á handritunum ella vandin fyri feilum í kopieringini ger nakað serligt við trúvirðið hjá Nýggja Testamenti. Bruce Metzger, granskari í Nýggja Testamenti, sigur soleiðis:

“Vit kunnu hava stórt álit á hesum skriftunum, soleiðis sum tær eru komnar til okkara heilt frá fornheiminum, serliga um vit samanbera við aðrar fornar tekstir.”

Eru evangeliini uppspuni?

Tað mesta um Jesu uppreisn stendur í evangeliunum, sum sambært kritikkarum eru uppspuni, men summir granskarar mótmæla hesi niðurstøðu. Bestu dømini um søguliga trúvirðið hjá evangelistunum eru skriftirnar hjá Lukasi: evangeliið og Ápostlasøgan. Serliga Ápostlasøgan inniheldur upplýsingar, sum samsvara væl við aðrar keldur frá samtíðini. Ein granskari í rómverskari søgu, A. N. Sherwin-White, sigur soleiðis:

“Fyri Ápostlasøguna eru staðfestingarnar av søguliga trúvirðinum ómetaliga umfatandi…ein og hvør roynd at vraka hennara søguliga trúvirði, sjálvt í smálutunum, má nú metast at vera skilaleys.”

Jesu uppreisn?

Her koma vit so til Jesu uppreisn: er hon ein søguligur veruleiki? Granskarar hava arbeitt ómetaliga nógv við hesum evninum, og heimspekingurin, Gary Habermas, hevur ein keldulista við yvir 3000 vísindaligum greinum og bókum um evnið bara frá teimum seinastu 35 árunum.

Próvtilfarið fyri Jesu uppreisn umfatar m.a. hesi evni:

  • Jesu deyði
  • Tann tóma grøvin
  • Eygnavitnini

Doyði Jesus?

Summi vilja pástanda, at Jesus als ikki doyði – og so var sjálvandi ongin uppreisn frá deyðum. Men prógvini fyri, at Jesus veruliga doyði, eru so sterk, at ein av teimum víðgongdu skeptikarunum, John Dominic Crossan, viðgongur:

“At Jesus bleiv krossfestur er so vist sum nakað søguligt yvirhøvur kann vera.”

Og ateistiski granskarin, Gerd Lüdemann, skrivaði:

“Jesu deyði sum ein avleiðing av krossfestingini kann ikki noktast.”

Var grøvin tóm?

Kritikkarar vilja eisini pástanda, at umstøðurnar kring ta tómu grøvina páskamorgun vóru illgrunasamar. Summir siga, at frásagnirnar í evangeliunum eru ósannar, tí at grøvin var ikki tóm – og so var heldur ongin uppreisn. Men kendi søgufrøðingurin, Michael Grant, skrivar:

“Tað er rætt, at frásagnirnar í evangeliunum um ta tómu grøvina eru ymiskar, men um vit nýta tey somu metingarstøðini, sum verða nýtt til aðrar forntekstir, so er próvtilfarið so mikið haldgott og trúvert, at einasta niðurstøðan er, at grøvin var tóm páskamorgun, tá lærusveinarnir (kvinnur og menn) komu til grøvina.”

Sóu lærusveinarnir tann upprisna Jesus?

Nógv týdningarmiklari enn hetta er, at lærusveinarnir í eitt tíðarskeið eftir hetta fingu loyvi til at møta tí upprisna Jesusi úr Nasaret, Kristusi. Teir høvdu sæð hann, tosað við hann, nortið við hann og enntá etið saman við honum. Hetta gav teimum frímóð og dirvi til at fara út í heimin at boða kristna boðskapin fyri øllum. Aftur og aftur síggja vit teir nevna Jesu uppreisn í talunum í Ápostlasøguni. Próvtilfarið fyri hesum er so sterkt, at sjálvt ateistiski granskarin, Gerd Lüdemann, skrivar:

“Tað kann tykjast at vera søguliga vist, at Pætur og lærusveinarnir høvdu upplivingar eftir Jesu deyða, har Jesus vísti seg fyri teimum sum tann upprisni Kristus.”

Sum ateistur kann Lüdemann sjálvandi ikki góðtaka uppreisnina, so tí mátti hann siga, at hetta bert vóru sjónir. Men lesur man talurnar í Ápostlasøguni, so er hetta sera ósannlíkt.

Nógv sannlíkari er tað, at lærusveinarnir veruliga funnu eina tóma grøv og ein upprisnan Jesus. Teir vistu, at Jesu likam, sum varð lagt í grøvina, var deytt, og tað var hetta sama likam, sum var vorðið livandi aftur páskamorgun, hóast tað var í nýggjum líki, eitt uppreisnarlikam. Jesus hevði nú vunnið á deyðanum og kundi bjóða øllum menniskjum eitt nýtt lív. Tí kundi hann siga:

“Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóh. 11,25)

Hetta er nakað, sum vísindi í síni heild ikki kunnu rúma. Tí geva vit professaranum, Sir Norman Anderson, tey síðstu orðini um prógvini fyri uppreisnini:

“Tann tóma grøvin skapar ein sannan klett, sum allar skynsamar teoriir um uppreisnina royna at vika, men til fánýtis.”

Jesus livir – og vit skulu liva! Gleðiligar páskir!

Grundleggjandi fakta:

  1. Jesus bleiv krossfestur.
  2. Jesu lærusveinar vóru fullkomuliga sannførdir um at Jesus reis upp og vísti seg fyri teimum.
  3. Paulus (aka Saul frá Tarsus), sum forfylgdi tey fyrstu kristnu, hann skifti ham og bleiv sjálvur ein kristin.
  4. Jákup (bróður Jesus), hann var fyrst skeptiskur viðvíkjandi tað kristnu trúnna, men broytti eisini sína áskoðan og bleiv ein trúgvandi.
  5. Grøvin hjá Jesusi var funnin tóm 3 dagar aftaná krossfestingina. (Habermas & Licona 2004, 48-76)
 
Jesus reis upp, men hini liggja enn og bíðja eftir dómadegiUpprunaliga hevur Ragnhard Petersen skriva hesa greinina, eg havi fingið loyvi at endurgeva hana her. Eg havi einans lagt tey 5 grundleggjandi faktaðini afturat til seinnast.

 

Tryst her um tú vilt vita meira um ⇒ Trúðvirðið Bíbliuna ⇐

 

Advertisements

Frámerki: , , , ,

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: