LGBT ávirkar eisini TÍTT hjúnaband

Føroyar eru eitt ríkt land, eitt hitt ríkasta í heiminum, og hvat ríkidømi er størri enn fólkið sjálvt, at tað mennist og veksur í tali? Hjúnabandi er tann mest grundleggjandi og týdningarmikla eindin í okkara samfelagið. Tað er her framtíðin liggur, tað er her børn blíva til, blíva vard og mennast fyri síðani at føra ættina víðari. Ikki øll hjúnabond fáa børn, men tey eru tó enn eitt slag, sum er ført fyri at fáa avkom, sjálvt um ikki allir limir av tí slagnum kunnu bera seg at við teimum eyðkendu úrslitunum.

Landið hevur áhuga í at virka fyri yvirliving av sær sjálvum, virka fyri nøring av børnum, og at virka fyri einari góðari fyrimynd av familjulívinum. Føroya land viðurkennir tað at ala børn upp sum eina torføra uppgávu og tí at tað vil eggja monnum og kvinnum at skapa góðar og sterkar familjueindir.

LGBT stuðlar halda ikki, at tað ferð at undirmeta mann-kvinnu hjúnabandið. Tey halda, at eitt hjúnaband ímillum tvey av sama kyni verður innkluderandi fyri tey. Men tað sum veruliga fer fram er, at hjúnabandið verður enn meira niðurskriva, tí hjúnabandið verður bara meira um alt, og tá ið hjúnabandið verður meira um alt, so verður tað veruliga til onki. So jú tey blanda seg uppí títt hjúnaband við tað at títt hjúnaband verður niður skriva í virði.

Innan fíggjarheimin er eitt hugtak, sum eitur Greshams lov ið sigur:

“bad money drives out good money”.

Hetta eru hør orð, men passar tað ikki tá ið eg sigi, at eftirgjørdir pengar virðislækka teir veruligu pengarnar?

Hjúnabandið sum vit kenna tað er longu nógv minka í virði, hetta hava vit sjálvi skyldina av. Tað er ov lætt at vera ótrúgvur ímóti makað og børnum. Kanska man skuldi fingið peningaliga revsing tá ið man breyt hjúnabands sáttmálan? Sum hjúnabands støðan er í dag er tað ikki løgi, at LGBT lætt fær selt okkum lygnina um at onki verður broytt viðvíkjandi hjúnabandinum. Tað er sera trist at man er fallin so djúpt, at tey eru farin eftir tí lægsta felagsnevnaranum, og soleiðis brúkar ástarhugin ímillum tvey, sum argumentatión fyri, at man líkur krøvini til at skrásetta/gifta seg. Tað er ferð eftir ferð prógva at ongin er føddur samkyndur, eitt nú vísa vísa 8 stórar kanningar av eineggjaðum tvíburðum at samkyndleiki ikki er viðføddur. Um tað var, so vildu eineggjaðir tvíburðar, sum deila somu genir og hava verið í sama búki, báðir verið samkyndir. Men tað vísir seg, at tá annar er samkyndur, so eru sannlíkindini fyri at hin eisini er tað 10% fyri menn og 14% fyri kvinnur. Ergo er niðurstøðan, at tað eru faktorar eftir føðing, sum ávirka kynsliga orientering.

Tað eru nógv ymisk sløg av virðismiklum sosialum sambondum (t.d. vinarløg), hesi eru tó als ikki viðkomandi uppá sama máta fyri Føroyar eins og hjúnabond eru tað.


Allir flokkar siga seg ynskja at betra um vælferðina, men hon skal eisini fíggjast. Okkara størsta virði er familju eindin. Besta verjan um børnini og framtíð Føroya er tí eitt Gott, Sterkt og Trygt Hjúnaband.

Rætturin til hjúnabandi eigur ikki at vera givin burtur, sum var hann onki verdur. Tað er ein orsøk til, at tað er ein hámarksferð á landsvegnum. Ikki ein og hvør hevur loyvi til at koyra skjótari enn 80 km/t í Føroyum. Latið okkum halda lóg og landaskil, eisini innan familju eindina.

Til síðst vil eg viðmerkja, at tað eri ikki bert eg sum havi brúkt Gresham lóg uppá henda mátan, eitt nú vísti Charlie Munger sum er buisness partnari hjá Warren Buffett á tað sama.

Eg havi fyrr skriva um hetta evni sæð út frá Bíbliuni, hetta kanst tú lesa um aðra staðir her á síðuni

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: