Fólkadráp

Ofta verður funnist á at Guð vildi hava Saul til at drepa allar Amalekitar. Versið sum ofta verður víst til er:

2    So sigur HARRIN Gud herskaranna: “Eg skal straffa Amalek fyri tað, ið hann gjørdi Ísrael, at hann forðaði tí vegin, tá ið tað kom úr Egyptalandi!”
3    Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga – spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!” – 1 Sámuel 15:2-3

Hevði alt bara veri so einfalt? Men hetta er slettis ikki øll søgan, hetta byrjaði 300 ár fyrr, tá ið Ísraelsfólk enn gingu í oyðimørkini (2 Mós 17:8). Ísraelsfólk var tá pøst og troytt, og amalekitar høgdu niður øll tey, ið aftast vóru, øll tey troyttu, sum ikki orkaðu at fylgja við. (5 Mós 25:18). Móses profeteraði longu tá at Guð fór at oyða amalekitar (2 Mós 17:14-16). Og seinni brendu amalekitar ofta akrarnar, so at Ísraelsfólk onki hevði eftir. Hetta gekk fyri seg í fleiri ættarlið, (Dóm 3:13, 6:2-5). Saul kongur var ikki Guði lýðin, og lat nøkur sleppa at liva. Seinni tá ið Dávid var eftir teimum, sluppu nakrir amalekitar til rýmingar, men til síðst fingu teir fatur á øllum.
Men so til tann veruliga spurningin, var hetta órættvíst?
Latum okkum fyrst líka fáa tingini í rætt perspektiv.

Ávarðing hetta er bert eitt dømi:

Tá ið vit fáa okkum  ein té-munn,  tendra vit ketilin, og fleiri milliónir av “ósekum” bakterium doyggja, og hetta bert tí vit vilja njóta ein heitan té-munn.. hvat kann vera meira hjartaleyst enn tað? Men Guð er størri enn tað, hann skapti bakteriurnar í vatninum, alheimurin og alt í honum er Hansara skaparverk! Hvør kann tá ákæra Guð? Hvør av okkum kann kalla Guð inn í rættarsalin (les um Job). Kann klokkan ákæra sín urmakara? Vit eiga ikki at seta okkum í Guðs stað. Guð hevur givið okkum tvey boð sum uppfylla alla lógina:

At elska Guð av øllum hjarta, og at elska næsta okkara sum okkum sjálvi. 3 Mós 19:18, Matt 22:39

Amalekitar høvdu nokk av tíð at leggja av sín óndskap. Guð er alvitandi, vísur og rættvísur. Hann aleina hevur tann hægsta myndugleikan.
Um tú enn ikki ert nøgdur við svari, so les “shouldn’t the butchering of the Amalekite children be considered war crimes?” skriva av Glenn Miller

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: