Homoseksualitet

Hetta er bert ætla teimum sum siga, at Bíblian onga meining hevur um homosexualitet. Eg havi verið útfyri, at kristin fólk vilja verja homosexualitet teologiskt, tí tey finna ikki orðið homosexualitet í upprunaskriftunum. Hetta er ikki ein roynd at gera homosexualitet til eina verri synd enn aðrar, eg vil ikki seta fokus á hesa syndina fram um aðrar – menniskju eru øll syndarar, og hava brúk fyri fyrigeving. Men eg vil tala ímóti, at tað sum Bíblian umtalar sum synd verður góðtikið sum rættvíst. Um tað var ein onnur synd, t.d. stuldur, so hevði eg heldur ikki vilja góðtikið hana.

Um hetta hevur tín áhuga, og tú vilt lesa víðari, so ert tú vælkomin til at trýsta á les meira beint her.

Fyri at skilja tað sum hendur her, so tá ið tú lesur víðari, so ímynda tær at Paulus skrivar á donskum, men til Føroyingar. So skilir tú hví Paulus ikki brúkar tað “danska” orðið, men setur saman eitt nýtt “danskt” orð burtur úr tveimum kendum “føroyskum” orðum. Her kemur frágreiðingin:

Tað er orðið “arsenokoitai”, sum vanliga verður umsett til homoseksuell synd. Tað er eitt orð saman set av tveimum orðum.

Hetta orðið finnur tú t.d. í 1 Tim 1:10 og í 1 Kor 6:9
KJV, NASB og NIV hava umsett hetta soleiðis.

Versini ljóða ávikavist soleiðis á enskum:

Tim: for fornicators, for sodomites, for kidnappers, for liars, for perjurers, and if there is any other thing that is contrary to sound doctrine

Kor: Do you not know that the unrighteous will not inherit the kingdom of God? Do not be deceived. Neither fornicators, nor idolaters, nor adulterers, nor homosexuals, nor sodomites

Paulus kendi skriftirnar sera væl, fyrst var hann ein skriftlærdur teologur, men seinni bleiv hann persónliga trúgvandi, og fekk fleiri opinberingar.

Hann sipar uttan iva til 3 Mós 18:22 har tað stendur:

Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu – tað er andstygd!

Eisini í 3 Mós 20:13a har tað stendur:

Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð

Mósebøkurnar eru skrivaðar á hebraiskum, men Paulus skrivaði til Jødarnar á Grikskum tí, at hesir Jødar brúktu eina Grikska umseting av gamla testamenti tá á døgum, (Septuagint, LXX.)

Tann Grikska týðingin av 3 Mós fordømur, at ein maður (arseno) liggur við (koitai) einum øðrum manni (arseno). Hesi orðini liggja lið um lið í skrifstaðnum, og Palus samantvinnar hesi orðini í eitt nýtt orð arsenokoitai.

Tí trúgvi eg, at tá ið Paulus fordømir homosexualiteti við at brúka orðið arsenokoitai, so skipar hann til somu fordøming sum vit finna í 3 mós. Man kann siga at hann faktist minnir jødarnar á hetta gamla skriftstaðið, um ikki at liggja við øðrum monnum.

Hetta sama gevur meining tá ið vit lesa Rom 1:24-27, har stendur arsenes en arsenes í vers 27, her er heilt sikkurt at hann eisini hevði orðið arsenokoitai í huga:

24    Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
25    Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
26    Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
27    og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.

Ein góður artikul er at finna um hetta í Practical Hermeneutics column í Christian Research Journal, volume 30, nummar 6 (2007).

Advertisements

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: