Trælahald

Ein ákæra man ofta møtir, er atfinningin um, at Guð loyvir trælahaldi.

Á føroyskum eru tað fleiri orð sum hava broytt meining upp ígjøgnum tíðina, og tí kunnu vit ikki altíð umseta gomul orð beinleiðis til nútíðar brúk.

Hetta er t.d. eisini ein trupulleiki um vit skulu umseta japanskt til føroyskt. Tað er onki orð sum beinleiðis kann umsetast til okkara at vera “býttur”. Man kundi sagt “baka”, men tað merkir ikki heilt tað sama – japanskst er eitt sera dámligt mál. “Stefan No Kuni” merkir “World of Stefan”. No merkir eigindómur, og Kuni merkir land, men tað kann eisini merkja heimur.

Tað sama er við orðinum sum bíbliutýðararnir hava umsett til træl ella tænara –  Tað hebraiska orðið er ebed.

Okkara ímynd av hvat ein trælur er, kemur í stóran mun av amerikanskum filmum, og tær ræðuligu umstøðurnar teir trælirnir livdu undir. Tað er ikki rættvíst at umseta hetta beinleiðis til ta tíðina Bíblian um handlar.

Í tí gamla “fjern østen” vóru tað 4 sløg av trælum:

  • Ognartrælir (enska orðið chattel, og tað vit sum ofta samanbinda við trælahaldi í USA)
  • Sáttmálatrælir
  • Brúðrarsølur
  • Heilar tjóðir sum trælir (enska orðið vassalage)

Tað skuldi longu nú veri greitt, at orðið “trælir” er eitt víttfevnandi hugtak. Sjálvt kongur kundi vera trælur hjá einum keisara. – Eg og tú eru ofta skuldarbundin hjá bankanum, og tískil trælir uppá ein máta.

“Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.” – Róm 13:8

Ein ognar trælur var næstan ikki eitt menniskja, hann hevði ongi rættindi og onga verju. Hann var sum eitt djór, misti familjurættindi, og hevði heldur ikki loyvi at stovna eina nýggja familju. Hetta slagið av trælahaldi var tað minst kenda  tá á døgum.  (1)

Sáttmálatrælir vóru tveir partar, sum gjørdu eina avtalu um at arbeiða. Tað kundi t.d. vera skuld, sum skuldi gjaldast aftur, ella bert fyri at fáa til lívsins uppihald. Tí er tænari nokk eitt betur orð her, sjálvt um persónurin var bundin til sáttmálan, so hevði hann ognarrættindi uppá lutir, og hevði eisini møguleika at gjalda skuldina um hetta var orsøkin til hendan sáttmálan, og soleiðis blíva leysur aftur.

Børn vóru eisini seld uppá henda hátt, og var tað ofta av einkjum. Hetta vegna fátækradømi, so at børnini kundu fáa betri livi umstøður, og eisini kanska senda pengar heim.  (2)

Men lati okkum halda okkum til Bíbliuna. Tað sum vit lesa um í Gamla Testamenti var mest eitt slag av armóðsfyribyrging, tí samfelagið var ikki skipað sum okkara við fátækrahjálp.

Skriftstøð sum umtala lógir viðvíkjandi trælum:

Út frá hesum kunnu vit í stuttum siga, at tað er sera greitt, at lógin fyri Ísraelsfólk verjir trælin.

Ísraelsfólk hevði bert loyvi til at hava ein Ísraelitta sum træl, um viðkomandi hevði gjørt eina brotsgerð, ella var komin í ovurhonds stóra skuld, sum hann ikki kundi gjalda aftur. Og hesir skuldu tó altíð viðfarast, sum arbeiðsfólk við virðing. Allir trælir skuldu verða leyslatnir aftaná 6 ár, og fagnaðarárið, sum var hvørt 50 ár, skuldu allir trælir vera leyslatnir, líka mikið hvussu stutt teir høvdu verið trælir. Teir høvdu tó møguleika at forseta við at træla undir harra teirra um teir høvdu hug. Hetta tí at trælalógin sum Bíblian umtalar mest, var meint sum eitt trygdarnet hjá teimum fátøku.

Útlendskir trælir kundu vera trælir alt lívi, tó máttu teir ikki vanvirðast, og vóru ikki eitt undirluta fólk. Teir skuldu verða elskaðir akkurát sum Ísraelsfólk vóru yvir fyri sínum egnu landsmonnum. Tú kanst lesa meira um heidningar og Ísraelsfólk her: http://www.rationalchristianity.net/gentiles.html

Til seinast so var tað als ikki loyvt at útnytta trælir sexuelt, og øll pínsla av trælum bleiv hart straffa.

Viðvíkjandi trælahaldi í nýggjari tíð, so vóru tað kristin (serliga kendur er William Wilberforce), við støði í Bíbliskum morali sum arbeiddu fyri at fáa trælahaldi burtur beint í USA, hetta hendi 25 marts 1807 við An Act for the Abolition of the Slave Trade, og endaliga við Slavery Abolition Act í 1833. (3)(4)

Eg haldi eg havi skrivað nokk um hetta evnið nú, men kanska henda greinin verður útbygt um tað er neyðugt. Tí Guðloysingurin hevur jú onki at hava sín egna moral í, tí fyri honum eru vit bert djór. (Eg fari at skriva meira um moral seinni í einum øðrum innleggi).

Guðs meginregla er greið:

Skyldið ongum nakað, og hetta er okkara trupulleiki, vit øll mannaættin vóru skuldarbundin, við tað at vit heldur vildu undirgeva okkum Lucifer. Men Jesus var føddur í heimin , og leyskeypti okkum við sínum egna blóði á Golgata, so vit aftur vóru frí at undirgeva okkum skapara okkara, sum einans vil hava samfelag við okkum.

 

  1. Peter Garnsey ‘Ideas of Slavery from Aristotle to Augustine’ (1996) síða 1. Henry Holt ‘Encyclopedia of Cultural Anthropology’ síða 1190
  2. Glenn Miller, ‘Does God condone slavery in the Bible?’, 2005.
  3. An Act for the Abolition of the Slave Trade.
  4. Filmurin Amazing Grace
Advertisements

One response to “Trælahald”

  1. Arnfinn says :

    Ja tað er sjálvdan so simpult, sum ein “ákari” sigur…. sum t.d jamen Guð loyvir tralahald, tað stendur jú har….. orð eru meira enn bara samansettir bókstavir, og serliga tey í tí góðu bókini 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: