Hví trúarverja?

Ja hví havi eg tað?

Jú tí Apstolski høvðus leiðarin Pætur gav okkum boð so ljóðandi:

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta -1 Pætur 3:15

Tað Greska orðið sum her verður yvirset til ‘verja’ er faktis  (ἀπολογία (apologia). Hetta heiti kemur frá tí Greska orðinum ἀπὸ (apo) = út frá og λόγος (logos) = logik/skil, so tað mekir ‘út frá logik/skil’, hetta vísur til eina skilbundna verju, eina sum var brúkt í rættarhølum.

Eitt klassiskt dømi er Platosa Apology, verjan hjá Socrates ímóti skuldsetingini fyri atheismu og at spilla ungdómin. Orðið kemur eisini negativt fram í Rómverjabrævinum 1:20

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan ἀναπολογήτους (anapologētous)

Orðið fyri skil er aftur λόγος (logos), og í hesum samanhengi merkir tað at prógvini eru skilvísar grundgevingar fyri tað ein trýr.

 

Ikki tí vit eru Vís, Ikki Máttmikil, Ikki Tignarlig…….. men kallað! 1 Kor 1:26

Advertisements
%d bloggers like this: