Tag Archive | creative intelligence

Kosmologiska argumenti

Kosmologiska argumentið (Kalām)

  1. Allar tilverur hava eina orsøk
  2. Alheimurin hevur eina tilveru
  3. Tí hevur alheimurin eina orsøk

Ofta verður sipa til, at Guð bert er ein “God of the gaps argument”, at vit brúka trúnna uppá Guð sum ífyllu. Men eg eri sannførdur um, at  Guð, sum útgangsstøði, er tað mest logiska, at tað eru positiv prógv fyri Guði. Hann er tað besta fundamentið, at byggja onnur vísindalig ástøði á. Vit kenna líknilsi um teir báðar sum bygdu hús. Annar bygdi húsið á sand, (helst lætt, flott og stórt). Hin bygdi húsið á hellubotn (nógv arbeiði við at grava, minni tíð til at byggja húsið stórt og flott?). Glopraregnið kom, og áin brast.. vit vita hvat hús bleiv standandi 😉

Filosofi

Í undanfarnu grein hava vit nú sæð at tað er onki grundleggjandi gali við at trúgva á Guð og samstundis at vera vísinda fólk. Trupulleikin liggur grivin á heilt øðrum støði, nemliga í filosofi.

Naturalisma

Naturalisma er ein vísindalig lívsáskoðan, trupulleikin er, at hon frá byrjani útihýsir Guði, sálini, og øllum øðrum yvirnattúrligum.

“An atheist in this sense of philosophical naturalist is somebody who believes there is nothing beyond the natural, physical world, no supernatural creative intelligence lurking behind the observable universe, no soul that outlasts the body and no miracles-except in the sense of natural phenomena that we don’t understand yet.” – Richard Dawkins

Guðloysingar eru meira dogmatiskir enn trúgvandi kristin, tí tann einasta grundgevingin teir góðtaka er ein materialistisk natúrlig grundgeving. Vit kristnu eru opin fyri bæði tí materialistiska og tí yvirnatúrliga. Hetta er bert filosofiskt og ikki vísindaligt, tí teir útihýsa øllum øðrum áðrenn teir hyggja eftir prógvinum. Hetta kallast materalistisk naturalisma. Hevur man eina tílíka áskoðan kann man aldrin mótprógva, at ongin Guð er til, tí um útgangsstøði hjá teimum er, at ongin Guð er til, hvussu kunnu teir so koma til aðra niðurstøðu?

 veruleikan, sannleikan, fakta, vitan og prógv.

Hetta er tað man kallar fyri scientisma – at allur sannleikin kemur frá vísind. (sera subjecktivt)

Vísindaáskoðanin  (vísindaisma)

Vísind er ein leitan eftir grundgevingum. Tí átti tað at veri upplagt at spurt: Hvussu ert tú komin fram til ta niðurstøðuna, at allur sannleiki kemur frá vísind? Er sannleikin, at allur sannleikin kemur frá vísind? Nei, Hetta kann ikki prógvast við vísind, tí hetta er ikki eitt vísindaligt uppáhald, men eitt filosofiskt uppáhald.

Øll vísindalig granskan um upprunaheimsins er grunda á filosofi tað er ógjørligt at granska vísind uttan filosofi. Vísindin sjálv sigur onki, men vísindafólk siga nakað, og um hesi vísindafólk ikki eru góð til filosofi, so vera tær vísindaligu niðurstøðurnar har eftir.

Vísindafólk eru einig um, at alheimurin hevur eina byrjan. Tað vil siga at fyrst var onki, og so var alt. (modellini eru ymisk). Men er tað mest logiska so ikki, at um onki (rúmd, tíð og evni) sprongdist, at so má grundin til at hetta EINKI bleiv til NAKAÐ vera uttan fyri evni, tíð og stað? Les meira…

Advertisements
%d bloggers like this: