Tag Archive | God

Trúvirðið Bíbliunar

Bíblian er Guðs Orð, og er grundarlagið undir tí Kristnu trúnni. Vit trúgva at Guð við sínum vísdómi hevur givið okkum nakrar grundleggjandi sannleikar, og at hesir sannleikar eru niður skrivaðir í Bíbliuni. Tí hevur onkur til stuttleikar sagt, at Bible stendur fyri: Basic Instructions Before Leaving Earth

Bíblian er innihaldsliga:

  • 66 bøkur
  • 44 høvundar
  • skriva í trimum heimspørtum
  • skriva á trimum málum
  • niður skriva í einum 1600 ára tíðarskeiði

Bíblian er tó samanhangandi í sínum boðskapi, og greiður frá søguni hjá Ísrael (Guðs útvalda fólkið), sum Hann lat Jesus føðast inn í mannaættina við. Bíblian er deild upp í tveir høvuðspartar, tað gamla testamentið og tað nýggja testamentið, men hesi eru tó tætt knýtt hvørt at øðrum:

“Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.” – John 1:14-17

Trúvirðið

Tað er ongin loyna, at eg seti nógv fokus á trúarverju á blogginum, og ein atfinning man altíð finnur ímillum guðloysingar er sjálvandi atfinningin, at Bíblian ikki hevur nakað trúvirðið.

Tann yvirskeptiski

Verður tann yvir skeptiski nakrantíð nøgdur? James Croft (guðloysingur) segði soljóðandi í einari radio sending á unbelievable:

“The amount of eyewitness testimony of the death and resurrection of Jesus can never be enough to convince me, and it shouldn’t be enough to convince any reasonable person.  I would never accept any amount of testimony as evidence of the resurrection.  The only way I would accept the death and resurrection of anyone is if there were detailed medical records, and there were medical professionals there to verify the death, and I could stand beside the corpse myself, watching what happened.”

Hvussu kann ein tílíkur persónur nakrantíð finna prógv nokk? Hann hevur longu avgjørt við sær sjálvum, at hann vil aldrin góðtaka nakað prógv. Hetta er ikki ein neutral áskoðan, hetta er ein filosofisk neilig áskoðan, sum hevur ávirkan á úrslitið áðrenn roknistykkið er byrjað, akkurát sum við tí kosmologiska argumentinum.

Bíblian sjálv ger ikki nógv burtur úr at prógva seg sjálva, tað er ein sjálvfylgja. Tað er ikki Guð sum er á ákærubonkinum, men Hann er tann alvitandi og alvaldandi dómarin yvir okkara hjørtum.

Profeti (Gamla testamenti)

Sum eg nevndi áður, so handlar serliga gamla testamenti um lyfti Guðs, at Jesus skal koma í heimin og frelsa hvønn tann sum trýr.

Her eru nøkur dømir uppá Bíbilsk profetir um tann lovaða Messias:

Sálmur 22:15-19 (ár 1000 f.Kr.), ” Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum. Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut.”

Hesin sálmurin er skrivaður 1000 ár áðrenn Jesus kom, og 400 ár áðrenn krossfesting var uppfunnin. Tó so verður krossfestingin upppensla fyri okkum her. Tað áhugaverda er eisini, at Jesus endurgav Sálma 22:1, tí Hann visti at sálmurin var um seg.

Mika 5:1 (ár 500 f.Kr.), “Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.”

Her verður profetera hvar Jesus fór at vera føddur.

Jesus fór at vera føddur av einari moyggj, sum eg eisini hava skriva um aðrar staðir:

Esajas 7:14 ” Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.

Esajas 53:3, ” Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.”

Esajas 40:3, ” Hoyr! Ein er, sum rópar: “Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!'”

Zakarias  12:10, ” Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerúsalem búgva, skal Eg hella út náðiandan og bønarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grætur eftir frumborna sín.”

Jesu lív og læra (Nýggja Testamenti)

Eitt gott dømi um sensatións sølu er bókin “Tey fyrstu jólini” hjá Hans Andreas Sølvará.

Innan fyri tað akademiska stendur uppreisn Jesusar sera sterkt, tað er einans í gølubløðum og sensatiónellum filmum, at kritikarar sleppa fram at við sínum altíð væl seljandi boðskapi um, at alt nýggja testamenti bert er ein stór samansvørjing.

Ongin annar søguliga kendur persónur er so væl dokumenteraður sum Jesus, tað eru umleið 24,000 eintøk av nýggja testamenti, tey upprunaligu handritini av teimum synoptisku evangeliunum eru frá ár 55-70, harav elstu avritini eru frá ár 150-200. Jóhannesar evangeliið var ivaleyst skrivað um ár 90, harav elsta avritið er úr 100-150 og fleiri frá miðjuni til endan av 2 árhundrað (øld). Les meira…

Advertisements
%d bloggers like this: