Tag Archive | Jesus

Reis Jesus upp frá deyðum?

Tey kristnu hátíðarhalda aftur í dag, at Jesus úr Nasaret reis upp frá deyðum fyri skjótt 2000 árum síðani. Fleiri og fleiri føroyingar munnu allíkavæl seta spurnartekin við, um hendan so nógv umtalaða uppreisnin hevur nakað við veruleikan at gera – ella kanska teir beinleiðis avvísa, at tað ber til at rísa upp frá deyðum. Og tað er ikki so løgið, tí at tað er neyvan nakar av okkum, sum hevur sæð eitt deytt menniskja komið livandi aftur úr kirkjugarðinum nakrar dagar eftir jarðarferðina.

Framstandandi fólk úti í heimi seta eisini stór spurnartekin við uppreisnina hjá Jesusi. Bretski heimspekingurin, Bertrand Russell, skrivaði fyri nógvum árum síðani, at tað var ivasamt, um Jesus úr Nasaret nakrantíð hevði livað; og um hann hevði livað, so vita vit onki um hann, tí at vit hava ongar álítandi keldur. Og sambært Richard Dawkins eru evangeliini ikki álítandi, tí at tey eru rein fiktión, uppspuni.

Hetta eru sjálvandi sera álvarsligar ákærur móti grundarlagnum hjá kristindóminum. Og kristna trúgvin stendur ella fellur við uppreisnini. Fær man mótprógvað uppreisnina, so hevur man avlívað kristnu trúnna. Er tað veruliga so galið, at hesir ateistarnir hava rætt í, at kristindómurin er ein villleiðing, ið byggir á uppspuna? So reis Jesus ikki upp frá deyðum, og so kunnu vit gott byrja at reinsa Føroyar fyri alla kristiliga ávirkan.

Tað finnast tíbetur vísindafólk úti í heimi, sum ikki eru samd við omanfyristandandi. Í grundini hava tey nógvar góðar grundgevingar, sum gera Jesu uppreisn meiri sannlíka enn ósannlíka. Eg ynski í stuttum at nevna nakrar av grundgevingunum.

Eru handritini álítandi?

Summir kritikkarar vísa á, at handritini í Nýggja Testamenti ikki eru álítandi. Tað er rætt, at ongi upprunahandrit eru at finna í dag; men hinvegin meta nógvir granskarar, at tey tøku handritini eru so mikið álítandi, at tey umboða upprunahandritini nóg væl. Ja, Nýggja Testamenti er tað skjalið úr fornheiminum, ið hevur nógv mest stuðul frá atkomuligum handritum. Hvørki aldurin á handritunum ella vandin fyri feilum í kopieringini ger nakað serligt við trúvirðið hjá Nýggja Testamenti. Bruce Metzger, granskari í Nýggja Testamenti, sigur soleiðis:

“Vit kunnu hava stórt álit á hesum skriftunum, soleiðis sum tær eru komnar til okkara heilt frá fornheiminum, serliga um vit samanbera við aðrar fornar tekstir.”

Eru evangeliini uppspuni?

Tað mesta um Jesu uppreisn stendur í evangeliunum, sum sambært kritikkarum eru uppspuni, men summir granskarar mótmæla hesi niðurstøðu. Bestu dømini um søguliga trúvirðið hjá evangelistunum eru skriftirnar hjá Lukasi: evangeliið og Ápostlasøgan. Serliga Ápostlasøgan inniheldur upplýsingar, sum samsvara væl við aðrar keldur frá samtíðini. Ein granskari í rómverskari søgu, A. N. Sherwin-White, sigur soleiðis:

“Fyri Ápostlasøguna eru staðfestingarnar av søguliga trúvirðinum ómetaliga umfatandi…ein og hvør roynd at vraka hennara søguliga trúvirði, sjálvt í smálutunum, má nú metast at vera skilaleys.”

Jesu uppreisn?

Her koma vit so til Jesu uppreisn: er hon ein søguligur veruleiki? Granskarar hava arbeitt ómetaliga nógv við hesum evninum, og heimspekingurin, Gary Habermas, hevur ein keldulista við yvir 3000 vísindaligum greinum og bókum um evnið bara frá teimum seinastu 35 árunum.

Próvtilfarið fyri Jesu uppreisn umfatar m.a. hesi evni:

  • Jesu deyði
  • Tann tóma grøvin
  • Eygnavitnini

Doyði Jesus?

Summi vilja pástanda, at Jesus als ikki doyði – og so var sjálvandi ongin uppreisn frá deyðum. Men prógvini fyri, at Jesus veruliga doyði, eru so sterk, at ein av teimum víðgongdu skeptikarunum, John Dominic Crossan, viðgongur:

“At Jesus bleiv krossfestur er so vist sum nakað søguligt yvirhøvur kann vera.”

Og ateistiski granskarin, Gerd Lüdemann, skrivaði:

“Jesu deyði sum ein avleiðing av krossfestingini kann ikki noktast.”

Var grøvin tóm?

Kritikkarar vilja eisini pástanda, at umstøðurnar kring ta tómu grøvina páskamorgun vóru illgrunasamar. Summir siga, at frásagnirnar í evangeliunum eru ósannar, tí at grøvin var ikki tóm – og so var heldur ongin uppreisn. Men kendi søgufrøðingurin, Michael Grant, skrivar:

“Tað er rætt, at frásagnirnar í evangeliunum um ta tómu grøvina eru ymiskar, men um vit nýta tey somu metingarstøðini, sum verða nýtt til aðrar forntekstir, so er próvtilfarið so mikið haldgott og trúvert, at einasta niðurstøðan er, at grøvin var tóm páskamorgun, tá lærusveinarnir (kvinnur og menn) komu til grøvina.”

Sóu lærusveinarnir tann upprisna Jesus?

Nógv týdningarmiklari enn hetta er, at lærusveinarnir í eitt tíðarskeið eftir hetta fingu loyvi til at møta tí upprisna Jesusi úr Nasaret, Kristusi. Teir høvdu sæð hann, tosað við hann, nortið við hann og enntá etið saman við honum. Hetta gav teimum frímóð og dirvi til at fara út í heimin at boða kristna boðskapin fyri øllum. Aftur og aftur síggja vit teir nevna Jesu uppreisn í talunum í Ápostlasøguni. Próvtilfarið fyri hesum er so sterkt, at sjálvt ateistiski granskarin, Gerd Lüdemann, skrivar:

“Tað kann tykjast at vera søguliga vist, at Pætur og lærusveinarnir høvdu upplivingar eftir Jesu deyða, har Jesus vísti seg fyri teimum sum tann upprisni Kristus.”

Sum ateistur kann Lüdemann sjálvandi ikki góðtaka uppreisnina, so tí mátti hann siga, at hetta bert vóru sjónir. Men lesur man talurnar í Ápostlasøguni, so er hetta sera ósannlíkt.

Nógv sannlíkari er tað, at lærusveinarnir veruliga funnu eina tóma grøv og ein upprisnan Jesus. Teir vistu, at Jesu likam, sum varð lagt í grøvina, var deytt, og tað var hetta sama likam, sum var vorðið livandi aftur páskamorgun, hóast tað var í nýggjum líki, eitt uppreisnarlikam. Jesus hevði nú vunnið á deyðanum og kundi bjóða øllum menniskjum eitt nýtt lív. Tí kundi hann siga:

“Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóh. 11,25)

Hetta er nakað, sum vísindi í síni heild ikki kunnu rúma. Tí geva vit professaranum, Sir Norman Anderson, tey síðstu orðini um prógvini fyri uppreisnini:

“Tann tóma grøvin skapar ein sannan klett, sum allar skynsamar teoriir um uppreisnina royna at vika, men til fánýtis.”

Jesus livir – og vit skulu liva! Gleðiligar páskir!

Grundleggjandi fakta:

  1. Jesus bleiv krossfestur.
  2. Jesu lærusveinar vóru fullkomuliga sannførdir um at Jesus reis upp og vísti seg fyri teimum.
  3. Paulus (aka Saul frá Tarsus), sum forfylgdi tey fyrstu kristnu, hann skifti ham og bleiv sjálvur ein kristin.
  4. Jákup (bróður Jesus), hann var fyrst skeptiskur viðvíkjandi tað kristnu trúnna, men broytti eisini sína áskoðan og bleiv ein trúgvandi.
  5. Grøvin hjá Jesusi var funnin tóm 3 dagar aftaná krossfestingina. (Habermas & Licona 2004, 48-76)
 
Jesus reis upp, men hini liggja enn og bíðja eftir dómadegiUpprunaliga hevur Ragnhard Petersen skriva hesa greinina, eg havi fingið loyvi at endurgeva hana her. Eg havi einans lagt tey 5 grundleggjandi faktaðini afturat til seinnast.

 

Tryst her um tú vilt vita meira um ⇒ Trúðvirðið Bíbliuna ⇐

 

Advertisements

Sannleikin og Jack Sparrow

Jesus segði um seg sjálvan:

“Eg eri vegurin, sannleikin og lívið….” – Jesus (John 14:6)

Hetta eru ikki smá orð Jesus sigur um seg sjálvan. Vit trúgva øll at sannleikin er, tí um vit ikki trúgva uppá at nakað er satt, so er onki at tosa um. Eg eri heilt vísur í at grunda á tað at eg endurgav Orð Jesusar, so er tað heilt sikkurt longu onkur meining í tínum høvdi:

At avnokta at sannleiki er, er sum at siga at ongin luft er, vit nýta luftina til at avnokta hana tá ið vit formulera orðini. Somuleiðis er tað við okkara hugsanum – hugsa um tað!

Skynsemi

creative-brain

Heilin er samansettur á skynsaman hátt

Vit brúka dag og dagliga okkara heila at hugsa við, og vónandi er ein ávís skipan í okkara logikki. Hvussu kunnu vit grundgeva fyri, at okkara tilvera er av tilvild, tí avleiðingin um vit veruliga vilja halda fast við, at alt er av tilvild, er at so liva vit í chaos og ikki í cosmos! Sjálvt fólk sum ikki beinleiðis rópa seg trúgvandi játta hetta:

“Tað mest óskiljandi við alheiminum er, at alt er skiljandi.” – Albert Einstein

Men hví er tað so, hví kunnu vit yvir høvur skilja nakað? Hvussu kunnu vit líta á okkara egna vit og skil – sum sambært guðloysi bert er av tilvild, og tí ein tilvildarlig samanseting.

Eg spurdi einaferð ein guðloysing, um hansara heili er samansettur á skynsaman hátt, hansara aftursvar var ikki serliga skynsamt, men tað lata vit fara. Hvussu við tær, er tín heili samansettur á skynsaman hátt, ella eru allar tínar niðurstøður tilvildarligar? Les meira…

Jesus føddur av einari moyggj

Maria og Jesus barni

Er nakað prógv? JA!

Tær nýtist ikki at vita nógv um býflugur og blomstur fyri at vita, at moyggjar ikki kunnu føða børn, tá ið tær enn eru moyggjar. Menniskja reproduserar seg við, at eitt ovum (egg) hjá kvinnuni verður gitið av einum gamante (sáði), fyrst tá kann eitt barn byrja at vaksa í lívmóðurini.

Tað er heilt einfalt ongin annar møguleiki enn at kalla tað fyri eitt undur. So hvørji prógv tala fyri, at Jesus var føddur av einari moyggj, og at hettar var eitt undur?

Tey sum ikki trúgva uppá undur vilja sjálvandi beinanvegin kasta jomfrúføðingina til viks. Sjálv Maria, móður Jesusar, setti spurnartekin við tað heila tá ið eingilin Gabriel kunngjørdi henni tað.

Maria segði tá við eingilin:

“Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?” (Luk 1:34)

Eingilin greiddi henni frá, at gitingin fór at verða  av Heilaga Andanum

“tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.” (Luk 1:35)

Eingilin viðgekk eisini at tað var eitt undur, og segði tí við Mariu:

“Tí einki er Gudi ómøguligt.” (Luk 1:37)

Guð ger undurverk – hevur skapt alheimin – og í hesum tilfeldinum gjørdi hann so, at Maria bleiv við barn. Les meira…

Er trúgv logisk?

Hvat er tað at trúgva?

Fyrst lat meg staðfesta, at trúgvin uppá at Guð er til, hon frelsir ongan, tað er Jesus sum frelsir okkum frá syndum okkara, og tað er Heilagi Andin sum sannførir okkum um syndina. – John 16:7-11

Henda greinin er ikki endaliga, men verður updatera við grundgevingum og leinkjum sum tíðin líður, haldi mær til góðar 😉

Hvat hugsa fólk um tað at trúgva?

Ein segði tað soleiðis í dag: “Meiningin við kristnari trúgv liggur í orðinum; trúgv. Hví vilt tú prógva tað?”

Spurningurin er góður, men ikki serliga væl grundaður.Tað er skilligt at viðkomandi ikki veit hvat liggur í orðinum trúgv.

Nógv menniskju í okkara samtíð geva sær ikki stundir til at kanna tingini. Summi megna bara at hugsa um einar 160 stavir (eitt sms), og tað vil so siga, at um tú ert ein av teimum, so ert tú longu givin at lesa. Fyri ikki at møsna meira, so er:

  • Trúgv er ikki tað mótstatta av skynsemi.
  • Tað mótsatta av trúgv er vantrúgv.
  • Somuleiðis er skynsemi ikki tað mótsatta av trúgv.
  • Tað mótsatta av skynsemi er dárskapur.

Trúgv er tí ikki ein trúgv hóast prógvini, men ein trúgv grundað á prógvini. Út frá hesum kunnu vit tí siga, at bíbilska trúgvin á Guð er grundað á, at Hann hevur víst seg at vera eftirfarandi og álítandi.

Jesus segði: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.” og “Komið, latið okkum tala saman um rætt!;”

Og hvat var tað sum fekk lærusveinarnar at skifta ham? Frá at krógva seg uppi á einum lofti, til at vilja ganga í deyðan fyri sína trúgv? Slett ikki øll sum rópa seg trúgvandi hava líka stóra trúgv, summi hava enn tá “blinda trúgv”. Men hetta ger seg eisini galdandi fyri gudloysingar, vit hava í øllum lívsins viðurskiftum meira ella minni trúgv.

  • Vit trúgva, at flúgvarin ikki dettur niður (tó at tað hendur av og á)
  • Vit trúgva, at bilurin sum koyrir ímóti okkum heldur seg á rættari síðu (men onkuntíð hendir tað mótsatta)

Vit sum eru trúgvandi, vit hava fingið Heilaga Andan sum pant í hjørtum okkara.

Skynsemi -vísindin

David Clark sigur tað so væl:

Trúgv fær ikki sítt virði frá styrkini hjá tí trúgvandi, men frá tí sanna, reina, ektaða, ófalsaða, sum viðkomandi trýr á. Verulig trúgv er trúgv uppá tað rætta . Trúgv á ein svikafullan persón hevur einki virði, ella tað sum verri er -avleiðingar.

Tí má tann næsti spurningurin ikki vera um vit hava trúgv; men heldur hvussu væl grundað okkara trúgv er. Er hon skynsom ella dárskapur?

Tað eru nógv vísindafólk sum trúgva, og eisini eru tað fleiri sum siga seg ikki trúgva. Richard Dawkins er nokk tann mest framstandandi, og best seljandi guðloysingurin nakrantíð. Á hinari síðuni eru fleiri góð nøvn, millum annað Alister McGrath. Báðir vóru óskyldigir smádreingir, báðir vístu áhuga í vísind á ungum aldri, báðir vóru guðloysingar og báðir endaðu á Oxford Universitetinum. Dawkins varð biologur, og Alister MacGrath varð tað ið rópt verður Molecular biophysics (physics, chemistry, engineering, mathematics og biology)……..Tó komu teir til hvør sína niðurstøðu um trúgv.); Alister MaGrath bleiv ein trúgvandi, og hevur skrivað eina rúgvu av góðum bókum……….

Vit mugu minnast til, at tann størsti parturin av tí vísindaligu vitanini vit hava í dag, er bygt uppá, at vit trúgva uppá tær niðurstøður aðrir vísindamenn eru komnir til . Hettar er eisini satt fyri allar aðrar vísindaligar greinar.

Hvat talar so fyri, at trúgv okkara á Guð er skynsom?

Síðani alt tilfar, tíðin, og øll orkan í alheiminum byrjaði samstundis, í einum ávísum tíðspunkti í fortíðini, so má orsøkin vera tíðarleys, ómateriel, inteligent, máttmikil, og persónlig. Man kann siga tað soleiðis, at eftir sum alheimurin hevur eina byrjan, so peikar tað á ein “Byrjara”, ein sum var, sum er og sum verður (tíðarleysur).

Universið er perfekt

Stað okkara í alheiminum er júst rætt fyri lívið her á jørð. Vóru vit ikki stødd beint her í okkara sólarskipan, so vóru ikki líkindi fyri lívið. Hetta peikar á ein Skapara sum veit hvat Hann ger, og sum ger alt fulkomi. Les meira um tað her.

Informatión

Livandi kyknur eru fullar av informatión, DNA er uppbygt av informatión. Hetta kann ikki upprenna av sær sjálvum. Informatión er skynsom, ikki ruðuleiki. Kaos er ikki informatión. Bæði at senda og at móttaka informatión krevur skynsemi á einum ella øðrum støði. Informatión vísir á ein “informatións-gevara”.

Moralur

Tað at moralsk virði eru til, vísir á ein “moral-gevara”.

Eg komi at fara gjøllari ígjøgnum hesi fyribrigdini í einum ørðum innleggi. Men mítt poeng beint nú, er at vísa á, at Guð ynskir ikki, at vit bert taka eitt blint trúarlop, men hann vil hava, at vit taka eitt trúarstig, eitt stig við áliti. Bíbilsk trúgv handlar ikki um ynskidreymar; men um álit. Hon handlar ikki um at avnokta veruleikan, men at uppdaga veruleikan. Henda veruleika hjálpir Heilagi Andin okkum at finna, vit hava fingið Heilaga Andan  sum pant, og hann sannførir okkum um rætt og skeivt. – Jóh 14:16, Róm 8:9, 1 Korint 6:19-20, 12:13

Hví ikki Budda?

Sjálvandi vil onkur beinanvegin mótmæla at niðurstøðan skal vera tann kristna trúgvin uppá Guð, og hesi spyrja: “Hví ikki Budda?”. Veitst tú av at ein partur av endamálinum við Buddhismu er at tøma sinnið, og ikki at brúka tað til finna fram til sannleikar. (Kelda: Huston Smith, The World’s Religions.)

Paulus skrivaði í Rómbrævinum, “so kemur tá trúgvin av tí sum prædikað verður” Trúgvin kemur ikki úr leysari luft, ellasum “blind trúgv”,  men grunda á Orðið. Jóhannes skrivar eisini í sama anda: “Hettar havi eg skrivað, fyri at tit skulu VITA, at tit hava ævigt lív.” Altíð grundað veruleikan í Orðinum, og ikki bara í leysari luft. Les meira…

%d bloggers like this: