Tag Archive | Johannes Kepler

Kosmologiska argumenti

Kosmologiska argumentið (Kalām)

  1. Allar tilverur hava eina orsøk
  2. Alheimurin hevur eina tilveru
  3. Tí hevur alheimurin eina orsøk

Ofta verður sipa til, at Guð bert er ein “God of the gaps argument”, at vit brúka trúnna uppá Guð sum ífyllu. Men eg eri sannførdur um, at  Guð, sum útgangsstøði, er tað mest logiska, at tað eru positiv prógv fyri Guði. Hann er tað besta fundamentið, at byggja onnur vísindalig ástøði á. Vit kenna líknilsi um teir báðar sum bygdu hús. Annar bygdi húsið á sand, (helst lætt, flott og stórt). Hin bygdi húsið á hellubotn (nógv arbeiði við at grava, minni tíð til at byggja húsið stórt og flott?). Glopraregnið kom, og áin brast.. vit vita hvat hús bleiv standandi 😉

Filosofi

Í undanfarnu grein hava vit nú sæð at tað er onki grundleggjandi gali við at trúgva á Guð og samstundis at vera vísinda fólk. Trupulleikin liggur grivin á heilt øðrum støði, nemliga í filosofi.

Naturalisma

Naturalisma er ein vísindalig lívsáskoðan, trupulleikin er, at hon frá byrjani útihýsir Guði, sálini, og øllum øðrum yvirnattúrligum.

“An atheist in this sense of philosophical naturalist is somebody who believes there is nothing beyond the natural, physical world, no supernatural creative intelligence lurking behind the observable universe, no soul that outlasts the body and no miracles-except in the sense of natural phenomena that we don’t understand yet.” – Richard Dawkins

Guðloysingar eru meira dogmatiskir enn trúgvandi kristin, tí tann einasta grundgevingin teir góðtaka er ein materialistisk natúrlig grundgeving. Vit kristnu eru opin fyri bæði tí materialistiska og tí yvirnatúrliga. Hetta er bert filosofiskt og ikki vísindaligt, tí teir útihýsa øllum øðrum áðrenn teir hyggja eftir prógvinum. Hetta kallast materalistisk naturalisma. Hevur man eina tílíka áskoðan kann man aldrin mótprógva, at ongin Guð er til, tí um útgangsstøði hjá teimum er, at ongin Guð er til, hvussu kunnu teir so koma til aðra niðurstøðu?

 veruleikan, sannleikan, fakta, vitan og prógv.

Hetta er tað man kallar fyri scientisma – at allur sannleikin kemur frá vísind. (sera subjecktivt)

Vísindaáskoðanin  (vísindaisma)

Vísind er ein leitan eftir grundgevingum. Tí átti tað at veri upplagt at spurt: Hvussu ert tú komin fram til ta niðurstøðuna, at allur sannleiki kemur frá vísind? Er sannleikin, at allur sannleikin kemur frá vísind? Nei, Hetta kann ikki prógvast við vísind, tí hetta er ikki eitt vísindaligt uppáhald, men eitt filosofiskt uppáhald.

Øll vísindalig granskan um upprunaheimsins er grunda á filosofi tað er ógjørligt at granska vísind uttan filosofi. Vísindin sjálv sigur onki, men vísindafólk siga nakað, og um hesi vísindafólk ikki eru góð til filosofi, so vera tær vísindaligu niðurstøðurnar har eftir.

Vísindafólk eru einig um, at alheimurin hevur eina byrjan. Tað vil siga at fyrst var onki, og so var alt. (modellini eru ymisk). Men er tað mest logiska so ikki, at um onki (rúmd, tíð og evni) sprongdist, at so má grundin til at hetta EINKI bleiv til NAKAÐ vera uttan fyri evni, tíð og stað? Les meira…

Advertisements

Vísind og trúgv hóska saman

Seinasta innleggið, eg skrivaði, skuldi aldrin verða fullfíggjað, men legði bert eitt útgangsstøði. Meiningin er at fleiri fylgjandi innlegg koma at prógva hitt fyrra. Í seinasta innleggi segði eg, at tann kristna trúgvin ikki bert er grundað á blinda trúgv, men á trúgv samsvarandi prógvum. Nú vil eg so royna at greiða frá, hvussu trúgv og vísind hoyra saman og tað næsta innleggið verður um tað kosmologiska argumentið (upprunafrøðisligu próvgrundina).

Trúgvandi og vísinda fólk?

Gudloysingar hava tað ofta fyri at  gera trúgvandi til láturs og teir pástanda ofta, at  átrúnaður og vísind ikki hóska saman:

“The conflict between religion and science is unavoidable. The success of science often comes at the expense of religious dogma; the maintenance of religious dogma always comes at the expense of science.” – Sam Harris

“All attempts to reconcile faith with science and reason are consigned to failure and ridicule.” – Christopher Hitchens

“I am hostile to fundamentalist religion because it actively debauches the scientific enterprise…. It subverts science and saps the intellect.” – Richard Dawkins

Hetta er ein sera álvarsom og vanlig ákæra nú á døgum. Í hesari greinini vil eg vísa á at hetta ikki er satt og soleiðis eisini prógva, at tann trúgvandi hevur eitt betri útgangsstøði at byggja vísindalig ástøði á. Eisini vil eg líka leggja afturat, áðrenn eg fari víðari, at hetta ikki er vanligt á høgum vísindaligum støði, men at tað er framferarhátturin hjá nýatheismuni (ein meira  stríðshugað, men ikki altíð so væl grundað, “rørsla”). Alister sigur tað so beinrakið:

“This is now seen as a hopelessly outmoded historical stereotype that scholarship has totally discredited.” – Alister McGrath

Seinni fari eg at vísa á, hvussu vísindin er gingin burtur frá hesum, men fyrst vil eg vísa á, at  nevniliga trúgvin uppá Guð hevur verið, og er, tað besta útgangsstøði fyri vísind. Hesir menn  niðanfyri bygdu sítt forvitni uppá, at Guð er ein  guð við skili á tingunum, og man kann síggja nakað av hansara stórleika í skaparverkinum:

Eg veit fult væl, at summi av tykkum longu fílast á, at teir bara vóru trúgvandi, tí at tað onki annað val var. Men er tað ikki eitt sindur órættvíst at taka alla tað jaligu æruna burtur frá teimum, bara tí at teir vóru trúgvandi og livdu tá? Og á hinari síðuni, er man skjótur, til at geva átrúnaði skyldina fyri nógvum av ræðusøgunum frá fyrndartíðini. Tú kanst lesa um fleiri dømi við at klikkja á her.

Tað eru eisini nógv góð, trúgvandi vísindafólk nú á døgum:

Eg sigi als ikki, at eg eri samdur í øllum teirra deil argumentum og niðurstøðum, men hetta eru menn við nógvari  fróðskaparligari virðing og teir eru trúgvandi. Les meira…

%d bloggers like this: